Krøv um dálking herðast

Krøv um dálking herðast
Føroysku krøvini um, hvussu nógv skip sleppa at dálka luftina, verða nú herd. Uppskot um kunngerð um luftdálking frá skipum er sent til hoyringar
Uppskot um kunngerð um luftdálking frá skipum er sent til hoyringar. Dálking frá skipum skal nú minka
 
05.07.2017 - 08:33

Endamálið við kunngerðini er fyrst og fremst at avmarka svávuldioxid í roykinum frá skipum. Krøv verða sett um, hvussu nógv svávul kann vera í brennioljuni hjá skipum.

Harafturat eru reglur um at brenna burturkast á skipum. Umhvørvisstovan hevur gjørt uppskotið um kunngerð fyri Innlendismálaráðið.

Við kunngerðini fara Føroyar at hava somu reglur um svávuldioxid frá skipum sum grannalondini hava. Hoyringarfreistin er til 1. september.

Útlendsk skip liggja millum oyggjar í Føroyum, meðan tey bíða eftir farmi, tí her sleppa tey at dálka meira enn í Danmark til dømis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961