Ótolnast eftir niðurstøðuni

Ótolnast eftir niðurstøðuni
Meginfelag útróðrarmanna er farið at ótolnast eftir niðurstøðuni í málinum um Høgna Hoydal, landsstýrismann, sum felagið kærdi
 
07.07.2017 - 09:47

Meginfelag útróðrarmanna ótolnast nú eftir niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini um kæruna hjá felagnum, sum varð send nevndini 13. desember í fjør.

Meginfelagið hevur kært Høgna Hoydal, landsstýrismann, fyri mátan, hann ásetti fiskidagar fyri árið 2016-2017. Felagið hevur nú sent Landsstýrismálanevndini eina eftirlýsing.

Tað tykist løgið, nú løgtingið fer til hús og bara nakrar vikur eru til tingið skal áseta fiskidagar fyri næsta fiskiár, at eingin niðurstøða er, heldur Meginfelag Útróðrarmanna, sum spyr um niðurstøðan kemur, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri árið 2017-2018.

Fleiri kærur ikki avgreiddar

Sambært svarinum hjá Landsstýrismálanevndini kemur eingin avgerð svar hesu megin summarfrítíðina. 

Nevndin hevur ikki havt stundir til at viðgera málið liðugt, er svarið. Løgtingið skal avgreiða fiskidagarnar í seinasta lagi 18. august.

Landsstýrismálanevndin hevur tríggjar aðrar kærur, sum ikki eru avgreiddar, tvær um Høgna Hoydal og eina um Henrik Old.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096