Apple ger enn eina risaíløgu í Danmark

Apple ger enn eina risaíløgu í Danmark
Amerikanski teldu- og telefonframleiðarin, Apple, fer nú at byggja eina stóra datamiðstøð aftrat í Danmark
Stóri amerikanski teldu- og telefonframleiðarin Apple ger enn eina risastóra íløgu í Danmark. Apple byggir í løtuni eina stóra datamiðstøð í Viborg í Miðjyllandi
 
10.07.2017 - 15:26

Stóri amerikanski teldu- og telefonframleiðarin Apple ger enn eina risastóra íløgu í Danmark. Apple byggir í løtuni eina stóra datamiðstøð í Viborg í Miðjyllandi.

Nú skal fyritøkan hava eina aftrat í Aabenraa í Suðurjyllandi. Fyrsta byggistig verður liðugt í 2019 og fer at kosta seks milliardir krónur.

Tær báðar miðstøðirnar skulu reka Apple-tænastur sum iTunes Store, App Store og iMessage - tænastur, ið venda sær til evropeisku brúkararnar hjá felagnum.

Byggiarbeiðið í Aabenraa fer at geva arbeiði til 300 fólk, og tá tað er liðugt, verða millum 50 og hundrað arbeiðspláss á datamiðstøðini. Øll orkan, ið miðstøðin fer at brúka, kemur frá varandi orkukeldum, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327