Betri Banki verður nú meldaður

Betri Banki verður nú meldaður
Sonevnda skattamálið skal latast fútanum til støðutakan, er niðurstøðan hjá løgfrøðingi. Bankin tekur undir við løgfrøðinginum
Sonevnda skattamálið hjá táverandi Eik banka skal latast fútanum til nærri støðutakan, er niðurstøðan hjá løgfrøðingi. Betri Banki tekur undir við niðurstøðuni
 
18.07.2017 - 14:49

Sonevnda skattamálið hjá táverandi Eik banka skal latast fútanum til nærri støðutakan. Fútin má gera metingina um nakað revsivert er farið fram.

Tað er ein av niðurstøðunum hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi, ið Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í mars setti at kanna málsgongdina í sonevnda skattamálinum.

TAKS hevur tikið avgerð um at senda málið um nógv umrødda skattafrádráttin hjá Eik banka til fútan, tí tað er tilmælið hjá Bárði Larsen, serliga advokatinum hjá Fíggjarmálaráðnum, ið hevur kannað málið til botns

SÍ EISINI Skattamálið: Niðurstøðurnar hjá løgfrøðinginum

Bárður Larsen tekur ikki støðu til, um málið eigur at føra til, at ákæra verður reist. Løgfrøðingurin tekur heldur ikki støðu til, um grovt svik er framt, ið eigur at føra til dóms.

Nevndin í Betri Banka tekur undir við, at skattamálið skjótast gjørligt eigur at latast fútanum til rættarliga meting, so ein endi fæst á ivamálinum, sum bankin orðar seg í tíðindaskrivi.

- At málið verður latið fútanum ljóðar álvarsligt og skal eisini takast í álvara, men tað er umráðandi at minnast til, at kanningin snýr seg um eina einstaka sak, og ikki um virksemi bankans annars,” sigur Bjørn Mortensen, forstjóri í Betri Banka.

Dagført 15:11:

Frætt meira og hoyr samrøðu við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, í útvarpstíðindunum klokkan 15:00 her.

1149122

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Meistarans hond
206820