Vónar at fáa eykajáttan nú

Vónar at fáa eykajáttan nú
Eykajáttanin til Fróðskaparsetrið datt burtur, tá løgtingið varð sent til hús
 
26.07.2017 - 15:15

Eykajáttanin til Fróðskaparsetrið verður vónandi løgd fyri tingið  á ólavsøku, tá nýggja tingárið er byrjað. 

Tað sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari, í stuttari viðmerking. 

Eykajáttanin til Setrið datt burtur, tá løgtingið varð sent til hús 5. juli. Hon var 2,5 mió. kr., men Fróðskaparsetrið bað um 3,5 mió. kr. 

Hevur brúk fyri peninginum

Fróðskaparsetrið hevur brúk fyri pengunum, skal raksturin halda fram óbroyttur næsta lestrarár.

Tað er eingin sparing at siga fólki upp nú, tí tey fáa løn í uppsagnartíðini, sum er nakrir mánaðir.

Men Setrið bíðar við at seta fólk í fýra ella fimm størv, sum annars eru klár at seta nú, sigur rektarin.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011