FM-antennur og mastur á Sornfelli verða umvældar

FM-antennur og mastur á Sornfelli verða umvældar
Løgtingið hevur fingið umbøn um eykajáttan, tí umvælingararbeiðið hevur stóran skund
 
04.08.2017 - 09:36

FM-sendinetið hjá Kringvarpinum og masturin á Sornfelli, sum m.a. MRCC og Vága floghavn brúka, fóru so illa í ódnarveðrinum í vetur, at neyðugt er við eykajáttan, so farast kann undir umvælingararbeiðið sum skjótast.

Í uppskotinum um eykajáttanarlóg fyri august verður mælt til at játta slakar tvær milliónir krónur til FM-sendinetið og tvær milliónir krónur til nýggja mastur á Sornfelli.

Neyðugt er at skifta FM-antennuskipanina á Húsareyni oman fyri Havnina út. Mastrarnar eru høgar, millum 70 og 120 metrar, og tær kunnu bara skiftast í góðum veðri í summarhálvárinum. 

Arbeiðið verður mett at taka átta vikur, og byrjar so skjótt, játtanin er tøk.

Masturin kann koppa

Masturin á Sornfelli fekk eisini so stóran skaða í ódnini um jóltíðir, at hon má takast niður í summar, tí annars er vandi fyri, at hon koppar.

Tað ber heldur ikki til at seta nýggjan radara og kupul upp á Sornfelli, fyrr enn masturin er tikin niður, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið.

Masturin hevur stóran týdning fyri samskiftið hjá MRCC, Vága floghavn og íslendsku loftferðslumyndugleikunum. 

At keypa nýggja mastur og seta hana upp, verður mett at kosta tvær milliónir kr.

Uppskotið um eykajáttanarlóg fekk fyrstu viðgerð í tinginum í gjár, og er nú í fíggjarnevndini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360