Eingin maður í Eysturoynni arbeiðsleysur

Eingin maður í Eysturoynni arbeiðsleysur
Minsta arbeiðsloysið millum menn er í Eysturoynni, bara 0,7 prosent. Støðan er eisini góð í Norðoyggjum
Hagstovan staðfestir, at arbeiðsloysið nú er tað lægsta síðani 2008
 
08.08.2017 - 15:03

At kalla eingin maður í Eysturoynni gongur arbeiðsleysur.

Tað vísa nýggjastu arbeiðsloysistølini, sum Hagstovan hevur gjørt upp, og sum eru galdandi til og við juni.

Sambært tølunum er nógv lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur hjá monnum í Eysturoyar sýslu, har tað bert er 0,7 prosent.

Millum kvinnurnar í Eysturoynni er arbeiðsloysið 1,7 prosent, og tí er arbeiðsloysið í Eysturoynni samanumtikið 1,2 prosent.

Støðan er at kalla eins góð í Norðoyggjum - har er arbeiðsloysið, sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovuni, 1,4 prosent.

Í Norðstreymoyar, Vága og Sandoyar sýslum er arbeiðsloysið millum 1,7 prosent og 1,8 prosent. Í Suðurstreymi er tað 2,4 prosent. 

Størsta arbeiðsloysið í Suðuroynni

Nógv størsta arbeiðsloysið er í Suðuroy, har arbeiðsloysið í juni  var 5,3 prosent.

Hagstovan staðfestir, at arbeiðsloysið nú er tað lægsta síðani 2008. Í juni var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,2 prosent.

Løtumyndin í dag vísir somu gongd. Sambært heimasíðuni hjá Arbeiðsloysisskipanini eru í dag skrásett 430 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul.

115 av teimum, svarandi til umleið 27 prosent, búgva í Suðuroynni.

Í somu tølum frá ALS - tað er ein løtumynd frá degnum í dag -  fáa 53 fólk í Eysturoynni arbeiðsloysisstuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162