Felagið hjá miðlafólki hartar Mentamálaráðið

Felagið hjá miðlafólki hartar Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur sett kunningarfólk í tíðaravmarkað starv, men uttan at lýsa starvið leyst fyrst. Tað fílist fakfelagið á og biður ráðið halda almenna setanarpolitikkin - savnsmynd
 
23.08.2017 - 15:16

Fakfelagið hjá føroyskum miðlafólki hartar nú Mentamálaráðið fyri ikki at virða almenna setanarpolitikkin, tí ráðið hevur sett eitt kunningarfólk í starv, fyribils í eitt ár, uttan at lýsa starvið leyst fyrst.

- Føroysk Miðlafólk hava nógvar limir, sum eiga at fáa møguleikan at søkja eitt tílíkt starv, stendur í yvirlýsing frá felagnum.

Í útvarpinum í gjár vardi Poul Geert Hansen, aðalstjóri setanina soleiðis:

- Tað kann í serstøkum førum vera, at tað eru ikki-vanlig størv, og tá kunnu gerast serligar avtalur í eitt avmarkað tíðarskeið.

Men hesa grundgevingina fyri ikki at lýsa kunningarstarvið leyst, góðtekur felagið Føroysk Miðlafólk ikki.

- Tá ein aðalstjóri byrjar at stigbenda grundprinsippið við argumentum sum, at her er talan um "serligar uppgávur" í avmarkað tíðarskeið, so er tíð at rópa varskó, sigur felagið og útgreinar:

- Tað er ikki ein serlig uppgáva at vera kunningarfólk. Føroysk Miðlafólk hava í dag fleiri limir, sum arbeiða sum kunningarfólk. Uppgávurnar kunnu eisini vera tíðaravmarkaðar. Mentamálaráðið hevur í aktuella døminum sett eitt fólk í starv í eitt ár, uttan at nakar annar persónur hevur fingið møguleikan at bjóða seg fram. Harvið virðir ráðið ikki almenna setanarpolitikkin, stendur í yvirlýsingini frá felagnum Føroysk Miðlafólk.

Meira um málið her og her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040