Lýsa eftir forstjóra til sjúkrahúsverkið

Lýsa eftir forstjóra til sjúkrahúsverkið
Nú verður lýst eftir forstjóra til sjúkrahúsverkið, sum eisini skal vera stjóri á Landssjúkrahúsinum.
 
24.08.2017 - 16:43

Lýst verður nú eftir forstjóra til sjúkrahúsverkið, hesin skal samstundis vera stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur tikið avgerð um, at sjúkrahúsverkið skal hava ein felags forstjóra, og tað skal vera stjórin á Landssjúkrahúsinum.

Men stjórarnir á hinum báðum sjúkrahúsinum skulu eisini vera partur av toymisleiðsluni fyri sjúkrahúsverkið.

Avgerð er tikin um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið verður forstjóri, stendur í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum.

Bygnaðurin frameftir verður eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og við tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi, eisini vera stjórar fyri samlaða sjúkrahúsverkið. Stjóratoymið ger sínamillum greitt
ábyrgdarbýti.

Og í dag lýsur Heilsumálaráðið eftir forstjóra og stjóra til Landssjúkrahúsið. Í starvslýsingini stendur millum annað, at forstjórin skal hava  yvirskipaðu umsitingarligu leiðsluna av sjúkrahúsverkinum og at vera sambindingarlið millum Heilsu- og innlendismálaráðið og sjúkrahúsverkið,  hava rætt og skyldu at taka stig á øllum økjum í sjúkrahúsverkinum, og  hava endaligu ábyrgdina av rakstrinum av sjúkrahúsverkinum mótvegis Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Starvið sum sjúkrahússtjóri fyri Landssjúkrahúsið og forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið verður lønt sambært 39. lønarflokki hjá tænastumonnum umframt eina tíðaravmarkaða mánaðarliga ikki eftirlønargevandi ábyrgdarviðbót. Eftirlønargjaldið er 15%. Møguleiki er eisini fyri tíðaravmarkaðari setan við áramálsviðbót.

Umsóknarfreistin er 18.september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179