Tilfarið avger nær kanningin er liðug og prísin

25.08.2017 - 13:18
InnlendisPolitikkur
Tilfarið avger nær kanningin er liðug og prísin
Tað sigur Kristina Samuelsen, sum løgtingsformaðurin hevur biðið kanna Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen. Arbeiðið er byrjað, sigur hon:
Kristina Samuelsen skal kanna Høgna Hoydal og Aksel V, Johannesen.

Tilfarið, sum kanningarstjórin hevur biðið um, kann vera upp í fleiri pappeskjur. Tað eisini bara fylla eitt ringbind.

Hvussu rúgvismikið tilfarið er avger, nær kanningin er liðug, og hvussu nógv hon kostar. 

15 løgtingsfólk heittu á løgtingsformannin um at kanna lutin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, tá veiðiloyvi vórðu flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, røkti eftirlitsskyldu sína við landsstýrismanninum á fullgóðan hátt í tí sambandi.

Løgtingsformaðurin bað Kristinu Samuelsen, løgfrøðing, gera kanningina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155