- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tikin við vápni
Tikin við vápni
Ein maður var handtikin í nátt fyri at hava eitt "knúgvajarn" á sær

26.08.2017 - 10:44
Løgreglan handtók ein persón í nátt, tí persónurin ikki vildi siga løgregluni, hvør hann var.
Tað er ólógligt ikki at upplýsa sín samleika fyri løgregluni.
Tá persónurin var handtikin, fann løgreglan eisini eitt sonevnt "knúgvajarn" á manninum. Eitt knúgvajarn er eitt slag av handska úr jarni, sum kann vera brúkt til harðskap.
Maðurin verður tí eisini skuldsettur fyri at hava vápn á sær.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























