- Tíðindi, mentan og ítróttur
FSF: Væl nøgdir við søluna

2927 atgongumerkir vóru seld á middegi í dag. Hetta merkir, at 1800 atgongumerkir enn eru eftir.
Hetta er væl minni enn til finaluna í fjør, sum slóð øll met, tá øll 4800 plássini á Tórsvølli vóru seld.
Men Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, letur kortini væl at atgongumerkjasøluni, samanborið við onnur ár enn júst í fjør.
- Samanborið við árini frammanundan liggja vit heilt høgt í morgun.
Nógv bendur á, at tað er serliga fjepparar hjá B36 og NSÍ, sum hava keypt sær atgongumerki í góðari tíð. Tí á eystaru langsíðuni, har fjeppararnir sita, er næstan útseld.
Men Virgar Hvidbro vónar, at tað eru onnur enn bara B36 og NSÍ-fjepparar, sum koma til dystin.
- Veðrið er gott, og tað eru tvey góð fótbóltslið, sum hittast, sigur Virgar Hvidbro, sum væntar ein góðan dyst.

























