Nokta seg sekar. Ákærurnar byggja á vitnini

Nokta seg sekar. Ákærurnar byggja á vitnini
Fest varð í á tveimum støðum í AA húsinum. Ákærdu minnast lítið frá kvøldinum
Hvørgin av teimum ákærdu sigur seg hava verið í námind av AA húsinum, tá eldur kom í tað.
 
28.08.2017 - 15:35

Báðir menninir, sum eru ákærdir fyri at hava sett eld á eitt hús við Tinghúsvegin í Havn í juli í fjør, nokta seg sekar í  eldáseting.

Maðurin, sum ikki kom á rættarfundin í morgun, var í rættinum seinnapartin.

Báðir menninir blivu avhoyrdir, men báðir søgdur seg lítið og einki minnast frá kvøldinum, eldur var í. Tað var 20.juli í fjør.

Ákæruvaldið byggir sína ákæru á vitnisfrágreiðingar.

Staðfest er, at fest varð í á tveimum støðum í húsinum, í gongini og á skrivstovuni.

Tiknir somu nátt 

Politiið tók ákærdu menninar, sum eru ávikavist 27 og 30 ára gamlir, í einum húsum í Havn góðan hálvan triðja tíma eftir, at boðað varð frá eldinum.

Í dag vórðu tey vitni avhoyrd um eldsbrunan.

Annað sá teir báðar menninar niðast í Sjúrðargøtu stutt fyri eldsbrunan. Hon helt uppá, at teir høvdu kós móti Tinghúsvegnum. 

Hoyrdi glas brotna

Hitt vitnið er granni hjá AA húsinum, sum brann. Hann sigur seg hava hoyrt glas brotna tíggju minuttir, áðrenn eldur var í AA húsinum. Hann boðaði frá eldinum. 

Hann hugsaði um innbrot, tá hann hoyrdi glasið brotna, men hann sá tó einki óvanligt, segði hann. 

Rættarmálið heldur fram í morgin. Tá verða nógv vitni avhoyrd.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424