Leigar marghøllina fyri eina millión um árið

Leigar marghøllina fyri eina millión um árið
Semja var ikki í býráðnum í Vági um leigusáttmálan við Ítróttaráðið, sum byggir marghøllina
Fíggjarmálaráðið hevur eftirlit við, hvussu kommurmar fara við sínum pengum.
 
31.08.2017 - 12:01

Býráðið í Vági hevur samtykt við seks atkvøðum fyri og trimum ímóti, at kommunan skal leiga Marghøllina, sum skal byggjast í Vági, fyri eina millión krónur um árið.

Leigusáttmálin byggir á leigusáttmálan við Páls høll. 

Men lánveitarin hevur nakrar strangari treytir um sáttmálan um Marghøllina enn Páls høll. 

Sleppur at brúka høllina

Við leigusáttmálanum fáa kommunalir stovnar í Vági, ítróttafeløg og onnur loyvi at brúka Marghøllina.

Vágs kommuna letur Marghøllini tvær milliónir krónur í stuðli á fíggjarætlanini í 2017, og 1,5 milliónir krónur afturat í fíggjarætlanini fyri 2018. 

Vágs ítróttarráð byggir Marghøllina, sum kostar 14 milliónir krónur at byggja.

Kommunan byrjar ikki at rinda leigu fyrr enn høllin er liðug.

Fíggjarmálaráðið kannar 

Fíggjarmálaráðið hevur spurt Vágs kommunu um Pálshøll og Vágs ítróttarráð, sum hava fíggjarligt samband við Vágs kommunu. 

Fíggjarmálaráðið vil hava at vita, um talan er um kommunalt virksemi, sum eigur at vera við í roknskapinum hjá kommununi. 

Fíggjarmálaráðið kannar framvegis málið, verður upplýst haðani í dag..

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542