Nýggjur formaður veljast

Nýggjur formaður veljast
Landsstýrismálanevndin skal velja nýggjan formann í dag.
 
13.09.2017 - 07:26

Nýggjur formaður skal veljast í landsstýrismálanevndini í dag.

Nevndin hevur fund í dag, og á skránni er formansval, sæst á heimasíðuni hjá løgtinginum. Landsstýrismálanevndin skal hava eftirlit við, at landsstýrið heldur seg innan fyri teir karmar, íð lógin setir. Jógvan Skorheim, tingmaður, hevur verið formaður í landsstýrismálanevndini seinastu tvey árini, men herfyri segði hann seg úr sessinum, tí hann heldur, at nevndin ikki riggar og hevur ikki tey amboð, ið skulu til fyri at fáa greiðu á málum.

Hini í landsstýrismálanevndini eru Magnus Rasmussen og Anita á Fríðriksmørk.

Landsstýrismálanevndin hevur fund klokkan níggju í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360