- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretland framvegis í hægstu tilbúgving

30 fólk fingu skaða, tá ein bumba brast í Parsons Green metrostøðini, klokkan 08:20 í gjáramorgunin.
Tey flestu sluppu við smærri snuddum, men trý fólk liggja framvegis á sjúkrahúsi eftir atsóknina.
Løgreglan í Kent handtók 18 ára gamla mannin fyrrapartin, og sambært bretska kringvarpinum verður hann hann nú avhoyrdur.
Sambært Neil Basu, løgregluovasta í Metropolitan Police í London, vil handtøkan væntandi geva løgregluni nógv at arbeiða við. Bretska løgreglan vil ikki geva nakrar upplýsingar um 18 ára gamla mannin, meðan kanningararbeiðið fer fram.
Yvirgangsfelagsskapurin Islamiskur Statur hevur longu tikið ábyrgdina av yvirgangsatsóknini í metro'ini í London í gjáramorgunin.
Hóast ein maður nú er handtikin, so er Bretlandi framvegis á varðhaldi.
Í gjárkvøldi boðaði bretski forsætisráðharrin, Theresa May, frá, at landið hevur økt tilbúgvingarstigið frá álvarsamt til kritiskt.
Tilbúgvingarstigið "kritiskt" er at rokna sum hægsta tilbúgving - og tað merkir vanliga, at myndugleikarnir óttast eina yvirgangsatsókn.
Hægsta tilbúgvingarstigið stendur fyribils við.

























