Nú er bátahylurin liðugur

Nú er bátahylurin liðugur
Arbeiðið at gera bátahylin á Válinum byrjaði fyri 15 árum síðani. Leygardagin varð hylurin tikin í brúk.
Albin Funn, sum er elsti maður á Válinum, skarð tráin av til nýggja bátahylin.
 
17.09.2017 - 10:05

Nýggi bátahylurin á Válinum varð tikin í nýtlsu í gjár. 

Válur er partur av Kvívíkar kommunu, men liggur eystaru megin havnina í Vestmanna.

Higartil hava bara heilt fá bátapláss verið í Kvívíkar kommunu.

Men í nýggja bátahylinum er  pláss fyri 35 bátum. Flestu bátaplássini eru longu umbiðin. 

Talan varð tí um eina stóra hending í Kvívíkar kommunu, skrivar kommunan á heimasíðu síni, og var tað Albin Funn, sum er elsti maður á Válinum, sum skar tráðin til nýggja bátahylin. 

Gamalt arbeiði

Bátahylurin hevur verið leingi ávegis.

Arbeiðið byrjaði longu í 2002.

Men ósemja var millum Kvívíkar kommunu og Vestmanna kommunu um markið millum kommunurnar.

Arbeiðið varð stegðað við fútaforboði.

Rættarmál var síðani um spurningin, har markið millum Kvíkvík og Vestmanna at enda varð staðfest.

Og arbeiðið at gera bátahylin lidnan fór í gongd aftur í vár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026