Tungt at byggja nýtt á útoyggj

Tungt at byggja nýtt á útoyggj
Men tað er ikki ein almenn uppgáva at hjálpa fólki fíggjarliga at seta búgv á útoyggj ella smáplássum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum
Meðan eldri hús eru bílig á útoyggj og smáplássum, so er kostnaðurin at byggja nýtt umleið tann sami sum í høvuðsstaðnum.
 
22.09.2017 - 07:31

-Tað er ikki ein almenn uppgáva at hjálpa fólki fíggjarliga at seta búgv á útoyggj ella smáplássum.

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í svari til partakvinnuna Óluvu Klettskarð, sum spurdi um lánimøguleikar hjá fólki, ið seta búgv á útoyggj ella smáplássum, og hvat landsstýriskvinnan fer at gera fyri at loysa ójøvnu fíggingar-viðurskiftini hjá fólki í ymsum pørtum av landinum.

Kristina Háfoss svarar, at meðan stórur munur er á sethúsaprísunum í høvuðsstaðnum og á smáplássum, so er kostnaðurin av at byggja eini hús áleið tann sami. Men tá húsini á útoyggj eru liðug, kunnu tey neyvan seljast fyri meira enn ein brotpart av byggikostnaðinum, meðan húsini í høvuðsstaðnum kunnu seljast fyri byggikostnaðin ella meira.

Tí krevja lánveitarar nógv størri eginfígging frá fólki, sum byggja nýggj hús á útoyggi, staðfestir landsstýriskvinnan, sum tó ikki sær nakran møguleika hjá tí almenna at gera nakað við støðuna.

-Tá umræður fleiri átøk í mun til lántøku, so verður mælt frá at tað almenna við fíggjarligum átøkum, so sum veðhaldi, fer at eggja til, at fólk taka lán, ið virðið á ognini ikki samsvarar við, sigur Kristina Háfoss í svarinum til Óluvu Klettskarð.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928