Samband millum USA og Norður-Korea

Samband millum USA og Norður-Korea
Amerikanski uttanríkisráðharrin Rex Tillerson váttar, at USA og Norðurkorea hava beinleiðis samband hvørt við annað.
- Vit hava samband við Pyong-yang, høvuðsstaðin í Norðurkorea, sigur Rex Tillerson, uttanríkisráðharri í USA
 
01.10.2017 - 17:05

 

- Vit hava samband við Pyong-yang, høvuðsstaðin í Norðurkorea, segði Rex Tillerson og váttaði, at tað í Washington verður kannað, um møguleikar eru fyri at tosa við norðurkoreanska forsetan og stýri hansara.

USA hevur seinastu mánaðirnar verið í hørðum orðadrátti við Norðurkorea, eftir at landið hevur roynt rakettir og eina hydrogen- ella vetnis-bumbu, men ikki fyrr enn nú er váttað, at partarnir hava samband hvør við annan.

Amerikanski forsetin hevur sagt um norður-koreanska einaræðis-harran Kim Jong-un, at hann er á eini sjálvmorðsferð, og Donald Trump hevur hótt við at leggja Norðurkorea í oyði um USA ella seineind lond í Asia verða álopin.

Kim Jong-un hevur svarað aftur, og so seint sum í gjár kallaði hann Donald Trump ein gamlan psykopat, sum er til reiðar at seta í verk eina kjarnorku-vanlukku, har Amerika fer at søkka í eitt eldhav, sum norður-koreanski forsetin tók til.

So hvørt Norðurkorea hevur roynt bumbur og rakettir, hevur ST samtykt nýggj tiltøk ímóti landinum fyri á tann hátt at noyða Norðurkorea at gevast.

Tí er amerikanski uttanríkisráðharrin í Kina, har hann roynir at sannføra Xi Jin-ping, forseta og kinesisku stjórnina um at seta tiltøkini í verk, sum ST hevur samtykt.

Kina er grannaland hjá Norðurkorea, og um markið millum londini er inn- og útflutningurin nógv tann størsti.

Associated Press tíðindastovan skrivar, at amerikanskir diplomatar í fleiri mánaðir hava havt regluligt samband við diplomatar á sendistovuni hjá Norðurkorea í New York.

Og hóast amerikanski uttanríkis-ráðharrin ikki fyrr enn nú váttar, at samband er millum londini, so hevur hann fleiri ferðir róð framundir, at so er, skrivar AP.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751