Royna at víðka makrelsemjuna

Royna at víðka makrelsemjuna
Hesa vikuna verður roynt at fáa aðrar partar við í makrelsemjuna millum Føroyar, ES og Norra frá 2014.
 
10.10.2017 - 09:15

Komandi tvær vikurnar verða árligu strandarlandasamráðingarnar um makrel, svartkjaft og norðhavssild hildnar í London.

Byrja verður í dag við samráðingum um makrel.

Norra hevur formansskapin.

Fiskimálaráðið skrivar á sínari heimasíðu, at partarnir skulu viðgera mest loyvdu veiðu fyri 2018, nú ICES er komið við sínum tilmæli fyri 2018.

Eisini verður roynt at fáa aðrar partar við í makrelsemjuna millum Føroyar, ES og Norra frá 2014.

Svartkjafturin og norðhavssild í næstu viku

Í næstu viku eru svartkjafturin og norðhavssildin á skránni.

Tær samráðingarnar fara eisini fram í London.

Tað eru Føroyar, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Norra og Russland, sum luttaka í samráðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858