Marghøllin í Vági komin

Marghøllin í Vági komin
Farið verður sum skjótast at seta hana upp
 
15.10.2017 - 18:08

Marghøllin, sum skal setast upp í Vági, er komin til landið og verður sett upp í næstum.

Stálkonstruksjónin, kemur úr Finnlandi og kom til suður til Vágs í 12 trailarum fyrr í vikuni.

Seinastu dagarnar hava fólk samlað berandi konstruksjónirnar á staðnum og í morgin verður byggifundur, har greiða skal fáast á, hvussu og nær høllin verður reist. Tað sigur Jens Petur Brattaið, ið samskipar arbeiðið fyri Vágs ítróttarráð.

Talan er um rættiliga stórar stálkonstruksjónir, so veðrið skal vera til vildar, umframt at kranabilar og annað skal fáast til vega, so enn ber ikki til at siga fyri vist, um høllin verður reist hesa vikuna ella seinni, sigur Jens Petur Brattalíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214