Sjálvstæðisflokkurin størsti flokkurin

Sjálvstæðisflokkurin størsti flokkurin
Sjálvstæðisflokkurin gjørdist stórsti flokkur á íslendska valinum, men misti fýra tingfólk
Mynd: RÚV  
 
29.10.2017 - 09:58

Sjálvstæðisflokkurin fekk 25,28 prosent av atkvøðunum, ein afturgongd á 3,72 prosent. Flokkurin fekk 16 tingsessir í mun til 20 á seinasta vali.

Vinstrigrøni flokkurin er næststórstur. Flokkurin hevði eina lítla framgongd, og fekk 16,98  prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd á 0,98 prosent. Vinstrigrøni flokkurin fær 11 tingfólk, ið eru eitt meira, enn flokkurin hevði frammanundan.

Samfylkingin fór úr trimum uppí sjey tingfólk. Miðflokkurin er nýggjur á tingi, og fekk sjey tingsessir, flokkurin hevði ongan tingsess frammanundan. Flokkur fólksins fekk fýra tingsessir, flokkurin hevði ongan tingsess frammanundan.

Bjørt framtíð misti sínar fýra tingsessir, og kláraði ikki uppum tinggáttina til íslendska Altingi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708