Læknalesandi fegnast

Læknalesandi fegnast
Niclas Højgaard Eysturoy, formaður fyri føroysk læknalesandi í Århus, fegnast, nú føroysk læknalesandi fáa framíhjárætt til KBU-størvini í Føroyum.
Føroysk læknalesandi í Danmark, fáa nú frammihjárætt at søkja sonevndu KBU-størvini í Føroyum.
 
11.11.2017 - 11:02

Føroysk læknalesandi í Danmark, fáa nú frammihjárætt at søkja sonevndu KBU-størvini í Føroyum.

KBU er stytting fyri Klinisk basisuddannelse og er tað, ið fyrr kallaðist turnus.

Tað hevur verið eitt ynski frá bæði landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, og føroyska heilsuverkinum um at broyta verandi skipan soleiðis, at teir føroyingar, sum hava lokið kandidatprógv í læknafrøði, fáa framíhjárætt at søkja tey umleið 10 KBU útbúgvingarstørvini, sum eru á Landssjúkrahúsinum árliga.

Landssjúkrahúsið tekur inn tvær ferðir árliga, fimm hvørja ferð.

- Her fáa vit ein møguleika at arbeiða í eitt ár í Føroyum, og síggja, hvussu sjúkrahúsverkið riggar í Føroyum, sigur Niclas Højgaard Eysturoy, formaður fyri føroysk læknalesandi í Århus.

- Hetta er eisini eitt tíðarskeið í lívinum, tá ein festur røtur. Verður ein verandi búgvandi í Danmark, og ikki sleppur til Føroyar eftir útbúgvingina, fær ein børn og festir búgv. Tá kann vera trupult at hála røturnar upp aftur og flyta til Føroyar seinni, sigur Niclas Højgaard Eysturoy. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793