Brennistøðirnar hóra ikki undan

Brennistøðirnar hóra ikki undan
Nøgdin av burturkastið er methøgt, nú tað er hákonjekturur. Tað leggur stórt trýst á brennistøðirnar
Aslaug Gisladóttir, varðastjóri í IRF, sum hevur leigað eina maskina at balla burturkast, sum brennistøðirnar ikki megna at brenna
 
11.11.2017 - 15:59

Samfelagshjólini mala við fullari megi í løtuni. 

Ein avleiðing av hesum er metstórar nøgdir av ruski. So stórar nøgdir, at brennistøðirnar hóra ikki undan. 

Hetta ásannar Aslaug Gisladóttir, varðastjóri í IRF. 

- Burturkastmongdirnar eru størri enn tær plaga at vera. Tí einu vikuna fingu vit 100 tons av burturkasti inn um dagin. Men vit klára bert at brenna 60. Vanliga vildu vit sent ein part til Havnar. Men í Havn hava tey eisini havt stórar trupulleikar á Brennistøðini seinastu tíðina, greiðir Aslaug Gisladóttir frá.

Tí er IRF farið í holt við at balla burturkast, so tað kann brennast seinni. 

IRF  hevur leigað eina ballimaskinu úr Danmark. Í maskinuni verður burturkastið ballað í plastballur. Hvør balla vigar umleið 700 - 750 kg, og megnar maskinan at balla umleið 30 ball um tíman. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettup
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Hósdag 19. november
RagnarRokk 19.november 2026
216177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565