Innbúgvið til Setrið í Sjóvinnuhúsinum boðið út

Innbúgvið til Setrið í Sjóvinnuhúsinum boðið út
Landsverk hevur lýst trý tilboð, tí partar av Fróðskaparsetrinum flyta næsta vár
Fróðskaparsetrið skal leiga tríggjar hæddir í Sjóvinnuhúsinum.
 
13.11.2017 - 12:19

Landsverk biður nú um tilboð um innbúgv til lærarar, granskarar og næmingar á Fróðskaparsetrinum, sum skulu flyta í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn næsta vár.

Fróðskaparsetrið flytur í tríggjar hæddir í Sjóvinnuhúsinum. 

Tær verða nú innrættaðar, og tað arbeiðið skal vera liðugt í februar næsta ár.

Fróðskaparsetrið skal hava aðru hædd, fjórðu hædd og fimtu hædd í Sjóvinnuhúsinum.

Prísirnar eru helvtin

Biðið verður eisini um tilboð upp á eina starvsstovu og upp á AV-útgerð, sum skal brúkast til ljóð og myndir.

Landsverk vektar tilboðini helvt um helvt viðvíkjandi prísi og góðsku, tá talan er um innbúgvið og starvsstovuna, og prísurin vektar 100 prosent viðvíkjandi AV-útgerðini. 

Kunngjørt verður í næsta mánað, hvør vinnur tilboðini.

Ætlanin er, at Sjúkrarøktarfrøðingar og Náttúruvísindadeildin flyta á Vestaru bryggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751