- Tíðindi, mentan og ítróttur
Poul Michelsen lítlan stuðul úr Grønlandi

-Eg tími ikki til Danmarkar at standa til pynt, segði Poul Michelsen við útvarpið á middegi í gjár.
Landsstýrismaðurin var sjónliga illur um, at Danmark hevur ógildað eina samstarvsavtalu, sum Føroyar, Grønland og Ísland gjørdu í summar - ta sonevndu Útnorðuravtaluna, sum leggur samstarvið millum londini í skipaðar karmar.
Grønlendska landsstýrið møtti á ráðstevnuni í Keypmannahavn í gjár, og í Grønlandi skilja tey ikki avgerðina hjá Poul Michelsen um at halda seg burtur.
-Tað er ikki grønlendskur politikkur at halda seg burtur frá einum møguleika at samstarva um tingini, sigur Aqqaluaq B. Egede, landsstýrismaður í fíggjar- og skattamálum, við grønlendska kringvarpið.
-Um vit øll flýggja frá teimum, sum vit ikki eru samd við, so skaðar tað heimssamfelagið, sigur hann.
Eisini Suka K. Frederiksen, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, umboðaði Grønland á ráðstevnuni í Keypmannahavn í gjár.


























