Fleiri fráboðanir um kynslig brot eftir #Metoo

Fleiri fráboðanir um kynslig brot eftir #Metoo
Svenska løgreglan hevur fingið nógv fleiri fráboðanir um kynslig brotsverk eftir átakið Metoo á sosialu miðlunum
 
07.12.2017 - 17:42

Fyribils hagtøl vísa sambært svenska ríkiskringvarpinum, at vøksturin er 33% í november í ár sammett við sama mánað í fjør. Løgreglan hevur fingið 868 fráboðanir um kynslig brotsverk í november.

- Vit síggja ein greiðan vøkstur eftir Metoo, sigur Lisa Wallin á ráðnum, sum skal fyribyrgja brotsverk, sum kallast Brå.

Átakið Metoo, har fólk - fyri tað mesta kvinnur - hava borið fram vitnisburð á internetinum um egnar upplivingar av kynsligum brotsverkum, byrjaði um miðjan oktober. Og stórur munur er á talinum av fráboðanum fyri og eftir Metoo-átakið, sigur Lisa Wallin við SVT.

Eisini talið á fráboðaðum neyðtøkum er vaksið. 631 fráboðanir eru komnar til svensku løgregluna um neyðtøku í november í ár, og tað er 16 prosent fleiri enn í november í fjør.

- Vit vita, at fá kynslig brotsverk verða meldað til løgregluna. Bara ein av tíggju boðar frá. Men eftir metoo-orðaskiftið kunnu fleiri hava valt at handfara slíkar hendingar øðrvísi og fáa tær fram í ljósið, sigur Lisa Wallin.

Svenska stjórnin hevur boðað frá, at uppskot um harðari revsing fyri kynslig brotsverk kemur fyri jól, umframt uppskot um meira stuðul til offrini, skrivar SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360