Kunngerð um reinari luft úr skorsteininum á skipum

Kunngerð um reinari luft úr skorsteininum á skipum
Krøv eru sett um, hvussu nógv svávul kann vera í brennioljuni
Nú er mark sett fyri, hvussu nógv svávul má vera í oljuni hjá skipum (tilvildarlig mynd).
 
08.12.2017 - 08:07

Kungerðin um, hvussu illa skip sleppa at dálka luftina í Føroyum, er komin í gildi.

Reglurnar um luftdálking eru herdar.

Endamálið við kunngerðini er fyrst og fremst at avmarka svávuldioxid í roykinum frá skipum. 

Svávul

Krøv eru sett um, hvussu nógv svávul kann vera í brennioljuni.

Við kunngerðini hava Føroyar nú somu reglur um svávuldioxid frá skipum sum grannalondini hava.

Kravið um svávul, sum skip brúka, tá tey liggja við bryggju ella fyri akker nærri landi enn tveir fjórðingar, kemur tó í gildi 1.juli næsta ár. 

Útlendsk skip hava ligið millum oyggjar í Føroyum, meðan tey bíðaðu eftir farmi, tí her sluppa tey at dálka meira enn í Danmark til dømis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961