Tingfundur seinkaður

bannari
Tingfundur seinkaður
Nógv broytingaruppskot eru orsøkin til, at tingfundurin, sum skuldi byrja klokkan 10, ikki er byrjaður enn
 
12.12.2017 - 11:35

Minst 10 broytingarupopskot eru ávegis í tingið, og tað er orsøkin til, at tingfundurin, sum skuldi byrja klokkan 10, ikki er byrjaður enn.

Fiskivinnunýskipanin skal til 3. viðgerð í dag, og fyrr í morgun ljóðaði, at Kristin Michelsen fór at leggja eitt broytingaruppskot fram saman við andstøðuni um at taka tey 3 prosentini burtur, sum landsstýrið skal kunna taka inn til uppboðssølu ella annað.

Kristin Michelsen, Jenis av Rana, Kaj Leo Holm Johannesen og Jógvan Skorheim høvdu skrivað undir, men samgongan gjørdi av sjálv at taka tey 3 prosentini av saman við Kristini Michelsen í sínum egna broytingaruppskoti.

Sum skilst fær samgongan undantak, so hon kann leggja uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir fram um skattafrádrátt til fakfelagsgjald fyri tingið, soleiðis at tað verður samtykt, áðrenn tingið fer í jólaferiu.

Hetta var ein avtala, sum samgongan gjørdi við Sonju Jógvansdóttir, afturfyri at hon atkvøður fyri fiskivinnunýskipanini, men uppskotið fall í gjár, tí Kristin Michelsen ikki var í tinginum, og samgongan hevði tí ikki meirilutan. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891