Børn og luftdálking

Børn og luftdálking
Nærum 17 miljónir børn anda so dálkaða luft í seg, at vandi er fyri, at heilin fær skaða, staðfestir Unicef í nýggjari frágreiðing
 
19.12.2017 - 09:34

Børnini búgva í økjum, har luftdálkingin er í minsta lagi seks ferðir hægri, enn altjóða markið er.

Tað er ST-barnagrunnurin Unicef, sum nevnir børn, sum eru yngri enn eitt ár. Meira enn tríggir fjórðingar av teimum, sum anda eitraða luft í seg, búgva í SuðurAsia.

Stjórin fyri Unicef, Anthony Lake, skrivar í tíðindaskrivi, at dálkaða luftin ger ikki bara skaða á lungu, men kann elva til varandi skaðar á heilan og sostatt á framtíðarútlitini hjá teimum.

Smá børn eru serliga viðbrekin, tí smærri nøgdir av eitraðum kemikalium skulu til fyri at at ávirka heilan hjá einum barni.

Børnini eru viðbreknari, tí tey anda skjótari, og immunverjan er ikki liðugt útviklað.

Luftdálkingin kann skaða øki í heilanum, sum hava alstóran týdning fyri menning og innlæring hjá barninum, og hetta kann føra til demens-sjúkur, skrivar Unicef.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375