Byggja íbúðir á Toftum

Byggja íbúðir á Toftum
Komandi ár fara Bústaðir at byggja íbúðir á Toftum
 
24.12.2017 - 09:13

Bústaðir fara komandi ár at byggja tvær íbúðareindir á Toftum við í minsta lagi 16 íbúðum. Umframt leiguíbúðir, metir Bústaðir, at verkætlanin eisini kann innihalda lutaíbúðir. Tað sæst á heimasíðuni hjá Nes kommunu.

Íbúðirnar verða bygdar miðskeiðis á Toftum, nakað norðanfyri sambýlið Vesturskin, ella omanfyri Oyrahandilin og bátahylin.

Ætlanin er, at arbeiðið við vegagerð, útgrevstri og planering verður liðugt í mai 2018. Arbeiðið verður boðið út í februar í 2018, og byrjar beinanvegin.

Ætlanin er, at íbúðirnar verða umleið 75 fermetrar til støddar, og møguliga onkur nakað minni. Bústaðir fer at kunnað nærri um íbúðarætlanina tíðliga í komandi ári, tá arbeiðið við fyrireiking og tekning av íbúðunum er liðugt, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672