Ongin semja

Ongin semja
Semingsroyndin í gjár miseydnaðist, og tí standa verkfall og verkbann framvegis við.
 
29.12.2017 - 06:38

Onki spurdist burturúr semingsroyndini í gjár millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tí boðar Pedagogfelagið frá í tíðindaskrivi.

Verkfallið hjá Pedagogfelagnum og verkbannið móti felagnum halda sostatt fram, eftir at Semingsstovnurin um tíggju tíðina í gjárkvøldið gavst við royndini at fáa Pedagogfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at semjast.
Semingsroyndin, sum var tann fyrsta síðani 8.desember, byrjaði klokkan tíggju fyrrapartin í gjár. 8.desember vrakaðu allir partar semingsuppskotinum hjá Semingsstovninum. Einki semingsuppskot varð lagt fyri partarnar í gjárkvøldið.
Fyrstu limirnir í Pedagogfelagnum fóru í verkfall 12. desember.

14.desember lýsti Kommununala arbeiðsgevarafelagið verkbann, og síðani tá hava allir kommunalir dagsstovnar verið stongdir. 

15.desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. 

Undantøk eru tó givin, so pedagogar eru til arbeiðis á stovnum hjá Almannaverkinum.

Verkfalið varð fyribils lagt niður á jólum, men byrjaði aftur mikumorgunin klokkan sjey. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558