Nú verður verkfallið hert

Nú verður verkfallið hert
Pedagogfelagið ætlar at herða verkfallið mikumorgunin
 
01.01.2018 - 08:10

Frá mikudegnum 3. januar 2018 klokkan átta verður verkfallið hjá pedagogfelagnum hert.

Hesum boðaði Føroya Pedagogfelag frá í gjárkvøldið.

Frá mikumorgninum verður verkfallið hert, soleiðis at verkfallið eisini fer at umfata allar limir hjá felagnum, sum arbeiða í fólkaskúlanum, sernámi og forskúlum hjá kommununum.

Sambært felagnum er manglandi virðing orsøk til herðingina. Felagið heldur ikki, at Fíggjarmálaráðið og Kommunalaarbeiðsgevarafelag hava tikið sáttmálakrøvini hjá Føroya Pedagogfelagi í álvara higartil.

Verkfallið hjá pedagogunum byrjaði 12. desember, tá fóru leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar í verkfall.

Síðani lýstu arbeiðsgevararnir verkbann, tá stongdu allir dagstovnar, og seinni er verðfallið víðkað til eisini at umfarta bústovnar undir Almannaverkinum, men við teimum undantøkum, sum Almananverkið hevur biðið um, og Pedagogfelagið hevur viljað givið.
 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425