- Tíðindi, mentan og ítróttur
Friðarlig nýggjársaftan
Friðarlig nýggjársaftan
Hóast nógvar uppringingar hevur politiið havt eina friðarliga nýggjársaftan

01.01.2018 - 08:30
Kvøldið í gjár og náttin til 1. januar hava verið friðarlig hjá løgregluni.
- Vit hava havt nógvar uppringingar, men fyri tað mesta hevur talan bara verið um smáting, verður sagt av løgreglustøðini í Havn í morgun.
Veðrið var gott, og tí hevur nógv fólk verið úti í nátt, men tað merkti ikki, at løgreglan fekk meir at gera.
- Uppringingarnar snúðu seg fyri tað mesta um fólk, ið høvdu drukkið ov nógv, og onkur var dottin í hálku. So samanumtikið hevur hetta verið eitt friðarligt nýggjár, sigur løgreglan í morgun.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























