Kanna framvegis skotið á Argjum

Kanna framvegis skotið á Argjum
Fólk er komið úr Danmark at gera tekniskar kanningar. Kannað verður eisini, hvør eigur skotvápnini, sum politiið fann
Politiið kannar skottilburðin á Argjum fyri jól.
 
04.01.2018 - 11:11

Ein teknikari er komin úr Danmark at kanna skottilburðin á Argjum mikudagin 20.desember.

Tað upplýsir Kriminaldeildin hjá politinum, sum kannar málið.

Ein drongur, yngri enn 18 ár, er skuldsettur fyri at hava skotið gjøgnum takið á einum sethúsum inn í húsini. 

Hann noktar seg sekan.

Politiið vil ikki geva nógvar upplýsingar um hendingina, men talan er ikki um høglbyrsu. 

Talan er um eittans skot.

Nógv skotvápn

Tá illgrunin fall á skuldsetta drongin, varð húsarannsókn gjørd heima hjá honum.

Har fann politiið fleiri skotvápn og tók tey við sær.

Nú verður kannað, hvør eigur hesi vápnini og, um eigararnir hava vápnaloyvi. 

Av tí at skuldsetti drongurin er yngri enn 18 ár, er mál hansara latið barnaverndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585