Revsilógin dagførd á føroyskum

Revsilógin dagførd á føroyskum
Fimm kapittul send til hoyringar. Fyrst verður serligi parturin dagførdur og síðani almenni parturin
Føroya rættur fær eina dagførda revsilóg á føroyskum.
 
08.01.2018 - 11:14

Arbeiðið við at dagføra og føroyska revsilógina heldur fram.

Nú eru fimm kapittul í lógini send til hoyringar.

Talan er um brotsverk móti lívi og likami, móti persónliga frælsinum, um ónáðir og ærumeiðing, fíggjarlig brotsverk og serligar ásetingar fyri løgfrøðiligar persónar.

Lógargreinarnar um kynslig brotsverk eru longu dagførdar.

Á heysti 2015 samtykti løgtingið at heita á landsstýrið um at dagføra og føroyska revsilógina. 

Hetta verður gjørt í stigum.

Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við Málráðið og Revsirættarliga ráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101