Samstarv um fiskivinnuútbúgving í Útnorðri

Samstarv um fiskivinnuútbúgving í Útnorðri
Útnorðurráðið mælir eisini til at kanna, hvussu illa plast dálkar hav og djór
Plast dálkar havini illa. Okkurt um átta milliónir tons av plasti fara á sjógv um árið.
 
22.02.2018 - 07:47

Ísland, Grønland og Føroyar eiga at arbeiða saman um eina fiskvinnuútbúgving.

Stjórnin og landsstýrini bæði eru biðin um at kanna møguleikarnar fyri hesum. 

Fyrsta stigið eigur at verða samstarv um eina vinnuliga útbúgving í fiskivinnutøkni og góðsku, sigur Útnorðurráðið.

Kanna plast

Útnorðurráðið mælir eisini stjórnini og landsstýrunum til at kanna, hvussu illa plast dálkar í Norðuratlantshavi og, hvussu nógv mikroplast er í fiski og øðrum djórum í sjónum.

Kanningarnar skulu gerast í ár. 

Tilmælini bæði eru løgd fyri løgtingið.

Tey verða viðgjørd har mikudagin. 

Útnorðurráðið er samstarv millum tingfólk í londunum í Útnorði.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040