Skapandi vinnur í tinginum

Skapandi vinnur í tinginum
Aðalorðaskifti verður í tinginum í dag um skapandi vinnur.
 
22.02.2018 - 09:22

Løgtingið fer klokkan 11 fyrrapartin undir aðalorðaskifti um skapandi vinnur.

Tað er landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum, sum hevur lagt fram frágreiðing um skapandi vinnur.

Vinnugreinarnar, sum eru taldar sum skapandi vinnur í politikkinum, eru byggilist, bókmentir,
lýsingavirksemi, sniðgeving, listhandverk, filmur, tónleikur, útinnandi list, forlagsvirksemi,
miðlar, ritbúnaður, myndlist, søvn og gastronomi.

Landsstýrismaðurin mælir í frágreiðingini til, at halda á skapandi menningin við tveimum meginreglunum, at gera tað einfaldari hjá øllum íverkstarum at koma í gongd og at seta smidligar skipanir í verk, sum kunnu stuðla upp undir ymsu skapandi
vinnugreinarnar sær tá ið tað er best og sum lyfta í felag har sum tað ber til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214