Grønlendingar vilja hava útlendska arbeiðsmegi

Grønlendingar vilja hava útlendska arbeiðsmegi
Í Grønlandi hevur verið nógv orðaskifti um, at Royal Greenland brúkar kinesiska arbeiðsmegi. Onnur virki vilja nú eisini hava útlendingar
 
04.03.2018 - 09:46

Fleiri fiskavirki í Grønlandi vilja eisini hava útlendska arbeiðsmegi.

Nógv orðaskifti hevur verið um, at Royal Greenland brúkar kinesiska arbeiðsmegi, men onnur virki vilja eisini hava útlendingar, skrivar AG á netinum.

Polar Seafood ætlar at fáa 10 litavar til virkið í Aasiaat. Í fjør arbeiddu litavar eisini á virkinum, tí nóg mikið av grønlendskari arbeiðsmegi fekst ikki.

Stjórin í Polar Seafood, Jan Weinreich, sigur við AG, at tey eru væl nøgd við grønlendsku arbeiðsmegina í Aasiaat, men neyðugt er eisini at hava  útlendingar fyri at virkið skal ganga.

Kitaa Seafood í Nuuk hevur í løtuni ein filipina á virkinum, men virkið vil fegið hava fleiri útlendingar.

Á virkinum Halibut Greenland í Illulissat er støðan tann sama. Har arbeiða fýra filipinar í løtuni, men ætlanin er at seta fleiri í starv, skrivar AG. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650