Pengar til Bláa Kross og Frælsi

Pengar til Bláa Kross og Frælsi
Uppskot er lagt fyri tingið um at lata Bláa Krossi og Viðgerðarstovninum Frælsi meira pening í ár.
 
08.03.2018 - 08:13

Blái Krossur og Viðgerðarstovnurin Frælsi skulu fáa tilsamans 2,1 milliónir krónur afturat í ár.

Tað halda løgtingsfólkini Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinu, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrinum, Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum - ið tó kennir seg leysan av at atkvøða saman við samgonguni, og uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir.

Tingfólkini vísa á, at nú farið er undir at skipa rúsviðgerð fyri børn og ung á ávikavist Bláa Krossi og Frælsi er greitt, at neyðugt er at játta fleiri pengar, skulu viðgerðartilboðini vera alt árið.

Í eykajáttanarlóg fyri mars mæla tey tí til at játta 900.000 krónur afturat til Bláa Kross, og marka pengarnar til ambulant viðgerðartilboð til ung yngri enn 18 ár við rúsevnatrupulleikum. Somuleiðis mæla tey til at játta 1,2 millión krónur afturat til Viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði og marka pengarnar til ung yvir 18 ár við rúsevnatrupulleikum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655