Trump og Kim Jong-un hittast

Trump og Kim Jong-un hittast
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur játtað at hitta leiðaran í Norður Korea, Kim Jong-un. Tað sigur BBC.
 
09.03.2018 - 08:48

Boðini komu frá høgtstandandi embætisfólkum úr Suður Korea, sum høvdu eitt bræv við frá Kim Jong-un til amerikanska forsetan.

Eisini varð sagt, at Kim Jong un-hevði játtað at steðga á við kjarnorkuroyndarsprongingunum.

Chung Eui-yong, ið er trygdarráðgevi hjá stjórnini í Suður Korea, segði soleiðis á tíðundafundi, eftir at hann hevði handað Trump forseta brævið frá leiðaranum í Norður Korea:

- Trump forseti er takksamur fyri kunningina, og hann hevur sagt ja til at hittast við Kim Jong-un.

Trump forseti hevur játtað at hitta Kim Jong un, og fundurin verður í mai, varð sagt í hasum brotinum, sum vit høvdu av BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815