Talv: Spenningur um FM

Talv: Spenningur um FM
Rógvi Egilstoft Nielsen bjóðar nú stórmeistaranum Helga Dam Ziska av í FM í talvi.
 
28.03.2018 - 11:40

Annan dagin á rað mátti stórfavoritturin sættast við remis.

Fyrradagin fekk Sjúrður Thorsteinsson remis móti Helga Dam Ziska, og í gjár eydnaðist Hans Kristiani Simonsen – sum hevur 400 ratingstig færri enn Helgi – eisini at fáa javnt. 

Undirhaldandi og øðrvísi

Talan var um eitt sjáldsamt og sera undirhaldandi talv. Hans Kristian fór púra óimponeraður til verka móti stórmeistaranum.

Faroechess.com skrivar, at Hans Kristian vísti stórt hugflog og dirvi og beyð stórmeistaranum veruliga upp til dans.

Helgi var kanska eitt sindur groggy av kamikazetelvingini hjá kollfirðinginum, og fann ikki bestu loysnina.

Kanska var ikki rætt at læsa miðjuna við d4. Tá ið Hans Kristian so fekk íbirt opið kríggj á talvborðinum, fekk hann talvið at fara fram eftir sínum treytum.

Tá ið roykurin hevði lagt seg, var støðan jøvn. Talvið kann síggjast her

Rógvi vann, og nú er púra javnt í oddanum

Rógvi Egilstoft Nielsen vann á Carl Eli Samuelsen, og hevur tí fingið Helga aftur.

Nú kendu vit Rógva aftur. Ágangandi og kreativur. Eftir harðan dyst endaðu teir í sjáldsomum endatalvi; Rógvi við róki og bispi móti róki.

Ongar finnur á borðinum. Vanliga er hetta remis, men í praktiskum talvi er tað ikki so einfalt, tí hjá tí kroysta partinum ræður um støðugt at finna bestu leikirnar at halda tørn við.  

Við sera góðum teknikki førdi Rógvi torføra endatalvið til sigurs.

Fyrsti sigurin hjá Ólavi Simonsen

Hjá Ólavi Simonsen bragdaði umsíðir. Hann og Rani Nolsøe høvdu eitt rokaligt talv sínamillum.

Eftir lítlan umveg endaðu teir í norðurlendsku byrjanini. Ólavur telvaði ágangandi við svarta fólkinum, men Rani ræðist heldur ikki nevaleik.

So líðandi fekk Ólavur høvdið fyri seg og telvaði seg til fyrsta sigurin í kappingini.

Remis millum Sjúrð og Rógva

Teir friðarligastu vóru Sjúrður Thorsteinsson og Rógvi Mortensen. Rógvi telvaði aftur Samisch-frábrigdið í kongaindiskum við hvítum eins og hann gjørdi móti Helga í øðrum umfari.

Remis eftir 24 leikir.

4. umfar, Landsliðsbólkurin, 27. mars

Rógvi Mortensen-Sjúrður Thorsteinsson 1/2-1/2
Hans Kristian Simonsen-Helgi Dam Ziska 1/2-1/2
Rani Nolsøe-Ólavur Simonsen 0-1
Rógvi Egilstoft Nielsen-Carl Eli Samuelsen 1-0

Støðan eftir fýra umfør í Landsliðsbólkinum:

1.Rógvi Egilstoft Nielsen ST 3 stig
2.Helgi Dam Ziska HT 3 stig
3.Sjúrður Thorsteinsson HT 2 stig
4.Carl Eli Samuelsen HT 2 stig
5-8.Rani Nolsøe KTF 1 1/2 stig
5-8.Rógvi Mortensen HT 1 1/2 stig
5-8.Hans Kristian Simonsen KTF 1 1/2 stig
5-8 KTF 1 1/2 stig

Í dag klokkan 16.00 er fimta umfar á skránni

Carl Eli Samuelsen-Rógvi Mortensen
Ólavur Simonsen-Rógvi Egilstoft Nielsen
Helgi Dam Ziska-Rani Nolsøe
Sjúrður Thorsteinsson-Hans Kristian Simonsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107