Aleqa Hammond stillar upp aftur

Aleqa Hammond stillar upp aftur
Umstríddi, grønlendski politikarin Aleqa Hammond bjóðar av og stillar upp aftur til grønlendska landstingsvalið, sum verður 24. apríl.
 
01.04.2018 - 09:49

Á tíðindafundi í gjár boðaði Aleqa Hammond frá, at hon stillar upp fyri nýggja flokkin hjá Vittus Qujau-kit-soq, sum eitur Nunatta Qutornai.

Flokkurin hevur í stevnuskránni at loysa Grønland frá Danmark og hevur lagt ein harðari og meira kritiskan tóna mótvegis danska yvirvaldinum, sammett við aðrar flokkar í grønlendskum politikki.

Aleqa Hammond hevur eina drúgva fortíð í grønlendskum politikki, bæði sum forkvinna í flokkinum Siumut og forkvinna fyri grønlendska landsstýrið.

Í 2014 mátti hon fara úr grønlendska landsstýrinum, tá tað kom fram, at hon hevði brúkt meira enn 100.000 krónur úr grønlendska landskassanum til privat endamál.

Hon varð kortini vald á fólkating fyri Siumut á valinum í 2015, men longu árið eftir varð hon koyrd úr Siumut eftir at tað kom fram, at hon hevði misbrúkt kreditt-kort frá danska fólkatinginum til egna, privata nýtslu. 

Síðani hevur hon verið uttanflokka-tingkvinna á fólkatingi.

- Øll hava sama rætt at stilla upp, sigur Aleqa Hammond, sum nú bjóðar seg fram á landstingsvalinum 24. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793