- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinversk rúmdarstøð dettur helst niður í dag

Tað var í september í 2011, at Kina sendi sína fyrstu rúmdarstøð í umferð kring jørðina.
Ætlanin var, at støðin, sum vigar 8,5 tons, skuldi brenna í lofthavinum, tá hon var liðug at virka, og detta niður á opnum havi.
Men eftir at Kina misti tamarhaldið á støðini í 2016, er hon støðugt komin nærri jørðini.
Nú siga eygleiðarar, at hon helst dettur niður í dag. Tað skrivar BBC á heimasíðu síni.
Umboðsmaður hjá evropeiska rúmdarstovninum, ESA, vísur á, at eingin orsøk er at stúra.
Tað mesta av Tiangong-1 er brent burtur í einki, áðrenn tað rakar jørðina.
Størstu lutirnir, eitt nú orkutangar og rakettmotorar, kunnu møguliga raka jarðarskorpuna, men sannlíkindini fyri, at teir detta á fólk, eru ómetaliga lítil.




























