Turkaland og Russland lata upp sjúkrahús í Sýria

Turkaland og Russland lata upp sjúkrahús í Sýria
Turkaland og Russland fara í felag at lata eitt sjúkrahús upp í Tel Abyad í Sýria til fólk, sum flýggja úr krígsrakta eystur-Ghouta.
Rohani, Putin og Erdogan eftir fundin hósdagin 4. apríl
 
04.04.2018 - 17:17

Tað segði Recep Erdogan, forseti í Turkalandi, á tíðindafundi eftir tingingar í dag við russiska og iranska forsetan, Vladimir Putin og Hassan Rouhani. Teir tríggir hildu fund í Ankara um støðuna í Sýria, har øll trý londini hava stór seráhugamál.

Í eini felags yvirlýsing eftir fundin stendur, at Turkaland, Russland og Iran vilja streingja á at fáa "varandi vápnahvíld" í Sýria, og at londini vilja samstarva um at fáa frið í lag.

Stuðla Assad-stýrinum

Iran og Russland, sum stuðla Bashar al-Assad, forseta í Sýria, og Turkaland, sum ikki vil hava kurdarnar at fáa fast fótafesti í Sýria, hava verið í tøttum sambandi síðani síðsta ár.

Vladimir Putin kom til Turkalands í gjár, og tá var hann saman við Erdogan á hátíðarhaldi í sambandi við, at Russland er farið undir at byggja fyrsta kjarnorkuverkið í Turkalandi.

Ørkymlan í USA

Í USA er ørkymlan um, hvønn leiklut amerikanski herurin nú skal hava í Sýria. Donald Trump, forseti skakaði skírisdag bæði sítt egna UIttanríkisráð, Nationala Trygdarráðið og Pentagon, tá hann brádliga segði, at USA skuldi taka seg aftur og herdeildirnar koma heim.

- Latið hini fólkini taka sær av hesum nú, segði Trump, øvugt av ráðunum hjá frákoyrda uttanríkisráðharranum, Rex Tillerson og nationala trygdarráðgevanum McMaster.

- Vit fara heim aftur til land okkara, har vit vilja vera, og har vit hoyra til, segði Donald Trump.

Ovastin fyri amerikansku herdeildirnar, Joseph Votel, generalur, segði hinvegin í gjár, at tørvur enn er á amerikanska herinum í Sýria.

- Torføra uppgávan er fyri framman, og tað er at fáa støðufesti í hesi økini, at halda okkara støðu, at fáa flýdd fólk heimaftur, at byggja bygdir og býir uppaftur. Herurin hevur ein leiklut her - serliga fyri at fáa støðufesti í aftur, segði amerikanski generalurin í gjár sambært bretska blaðnum, The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449