Sparingar í DR, 24Syv og TV 2

Sparingar í DR, 24Syv og TV 2
Tað sigur Mette Bock, mentamálaráðharri, sum í dag legði fram uppskotið hjá donsku stjórnini til miðlasemju fyri næstu fimm árini
Danski mentamálaráðharrin, Mette Bock, legði fram uppskotið um miðlasemju við slagorðunum "Nye medier, nye vaner, nye tider".
Mynd: DR  
 
05.04.2018 - 15:46

Størri javnvág skal fáast millum almennar og privatar fjølmiðlar í Danmark.

Tað sigur Mette Bock, mentamálaráðharri, sum í dag legði fram uppskotið hjá donsku stjórnini til miðlasemju fyri næstu fimm árini, tað vil siga frá 2019 til 2023.

Hetta tíðarskeiðið skal játtanin til danska kringvarpið skerjast við 20%, játtanin til útvarpsstøðina Radio24syv skal skerjast við 33% og so skulu 40% av TV2 seljast.

Á hinum bógnum skal serliga public service upphæddin, sum privatir miðlar kunnu søkja pengar úr, økjast úr verandi 35 milliónum upp í 220 milliónir.

Tað skal, sambært mentamálaráðharranum, geva privatu miðlunum í Danmark betri møguleika at geva sítt íkast til at framleiða dansk innihald í høgari góðsku.

Somuleiðis ætlar danska stjórnin at geva pláss til eina nýggja sjónvarpsrás, ið privatu miðlarnir kunnu bjóða seg fram til at røkja. Nýggja rásin skal senda mentan og fólkaupplýsing.

- Fjølbroytni í miðlalandslagnum hevur stóran týdning, sigur Mette Bock, sum samstundis leggur upp til at skerja danska kringvarpið munandi.

Ein avleiðing av tí verður, at tvær av verandi seks sjónvarpsrásum hjá DR verða sløktar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457