- Plast er ein álvarslig umhvørvishóttan

- Plast er ein álvarslig umhvørvishóttan
Tað sigur Kristianna Winther Poulsen, sum millum annað vil hava at vita, um tað ber til at siga, hvaðani plastdálkingin í náttúruni stavar
 
09.04.2018 - 15:09

Kristianna Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum vil hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um tað ber til at siga, hvaðani plastdálkingin í náttúruni stavar, og hvørji tiltøk kunnu setast í verk til tess at avmarka plastið, sum endar í náttúruni.

Kristianna Winther Poulsen sigur, at plast er ein umhvørvishóttan, sum almennu Føroyar eiga at taka í nógv størri álvara.

Á hvørjum ári enda nógvar milliónir tons av plasti í havinum, og sambært forsøgnum verður nøgdin av plasti størri enn nøgdin av fiski í 2050.

Føroyskar kanningar vísa, at alt størri nøgdir av plasti verða funnar í maganum á fugli, sum er eitt tekin um skaðiligu útbreiðsluna av plasti.

Eisini vita vit, at stórar nøgdir av plasti enda í náttúruni í sambandi við ymiskt byggivirksemi, sigur Kristianna Winther Poulsen í viðmerkingunum til fyrispurningin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493