Vilja broyta leigulógina

Vilja broyta leigulógina
Samgongan tekur undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu. Tað gera Sambandsflokkurin og Sonja Jógvansdóttir eisini.
 
12.04.2018 - 12:09

Broytingarnar í leigulógini hava stóra undirtøku í løgtinginum.

Samgongan tekur undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu. Og tað gera Sambandsflokkurin og Sonja Jógvansdóttir eisini.

Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur skrivað álit um uppskotið.

Minnilutin í nevndini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum og Jenis av Rana í Miðflokkinum, taka eisini undir við broytingunum, tó halda tey, at reglurnar í leigulógini skulu vera galdandi fyri øll, sum fólk leiga saman við.

Tey skjóta tí upp at broyta orðið parlag í uppskotinum til tann, sum leigarin býr saman við. Tað eigur ikki at vera treyt, at fólk búgva saman í parlagi, tá tey leiga.

Lógaruppskotið er komið, tí galdandi lóg er gjørd fyri at verja leigaran.

Men síðani Bústaðir komu, er brúk fyri broytingum, sigur landsstýrið. Broytingarnar í leigulógini skulu tryggja meiri skipaðan leigumarknað og í størri mun taka atlit til vinnuligar útleigarar. 

Eitt nú er uppsagnarfreistin í uppskotinum broytt úr einum upp í tríggjar mánaðir. Leigarin skal vera úti 14 dagar áðrenn uppsagnarfreistin er úti. 

Kommunur skulu hava heimild til at skráseta leigubústaðir og hava eftirlit við, at teir lúka krøvini um bústaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928