Eingin fólkaatkvøða um hjúnabandslógina

Eingin fólkaatkvøða um hjúnabandslógina
Meirilutin heldur ikki, at tað er rætt at taka rættindi frá fólki, og at fólkaatkvøður ikki skulu nýtast sum amboð í spurningum um mannarættindi. 
 
20.04.2018 - 08:51

Miðflokkurin fær onga fólkaatkvøðu um hjúnabandslógina, sum nú loyvir samkyndum at gifta seg borgarliga.

Meirilutin í Rættarnevndini, sum er Kristin Michelsen, Sonja J. Jógvansdóttir, Ingolf S. Olsen og Ruth Vang, metir málið um hjúnabandslógina sum avgreitt og mælir frá at samtykkja uppskotið. 

Meirilutin heldur ikki, at tað er rætt at taka rættindi frá fólki, og at fólkaatkvøður ikki skulu nýtast sum amboð í spurningum um mannarættindi. 

Annar minnilutin, sambandsmenninir Magnus Rasmussen og Edmund Joensen, sigur seg taka støðu í tingsalinum. 

Og tað verður í dag, tí onnur viðgerð er á dagsskránni fyri tingfundin í dag.

Hin minnilutin, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tekur undir við, at fólkaaatkvøða verður um hjúnabandslógina.

Hon sigur einki vera meira nátúrligt enn at hava fólkaatkvøðu í málum, sum hava alstóran týdning fyri fjøldina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334