Kommunulæknafelagið vil onki siga

Kommunulæknafelagið vil onki siga
Kommunulæknafelagið vil framvegis ikki siga Heilsutrygd, hvør skipan verður galdandi, um kommunulæknarnir fara í verkfall.
 
06.05.2018 - 14:40

 

Heilsutrygd hevur aftur heitt á Kommunulæknafelagið um at siga, hvør skipanin verður, um kommunulæknarnir fara í verkfall. Men Kommunulæknafelagið vil framvegis ikki siga Heilsutrygd, hvør skipanin verður. Tað vísur innlit, sum Kringvarpið hevur fingið.

Í telduposti frá Egili á Bø, stjóra í Heilsutrygd, til Kommunulæknafelagið og heitir á Kommunuklknafelagið at siga, hvussu kommunulæknaskipanin skal virka í einum møguligum verkfalli. Í teldupostinum skrivar stjórin á Heilsutrygd: 
"Sum vit fyrr hava boðað frá, so kann Heilsutrygd ikki liva í óvissuni um, hvussu skipanin fer at virka í einum møguligum verkfalli. Serliga tá tit, sambært tykkum sjálvum, hava eina skipan klára, meta vit tað púra órímiligt, at tit ikki vilja boða Heilsutrygd frá beinanvegin, hvussu tit ætla at skipanin skal virka. Heilsutrygd kann ikki góðtaka at bíða við hesum til 24 tímar áðrenn eitt møguligt verkfall.
Talan er um kommunulæknaskipanina, sum er ein týdningarmikil skipan fyri landið og borgararnar í hesum landinum. Tað er tí ikki í lagi, at tit á henda hátt, hava eina skipan, sum tit ætla skal vera galdandi í einum møguligum verkfalli, men velja at halda hana dulda fyri bæði myndugleikum og borgarum."

Men Kommunulæknafelagið vil ikki vika seg. Í svari frá Marjusi Dam, formanni í Kommunulækafelagnum, stendur millum annað: "Vit halda ikki, at vit hava skyldu at upplýsa HT um nakað, ið vit ikki hava nakra avtalu um, nógvar dagar ella møguliga vikur, undan einum verkfalli."

Eisini vísur Kommunulæknafelagið á, at tey hava kunnað borgararnar um at tey undir einum verkfalli hava eina skipan, ið tryggjar bráfeingisstøður. Felagið sigur eisini í svarinum: "Vit gera ongan sáttmála um arbeiði undir einum verkfalli. Vit eru júst í verkfalli, tí vit vilja hava ein sáttmála, ið ger at vit kunnu arbeiða. At gera ein "sáttmála" um hvussu vit arbeiða undir einum verkfalli gevur als onga meining og vil gera tað fullkomuliga meiningsleyst at fara í verkfall."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097